140x140

Nikkul

Nikkul er frumevni, sum finst í nógvum vørum

 

 

Nikkul kann elva til ovurviðkvæmi

Nikkul  í klæðum, prýðislutum og øðrum vørum, sum koma beinleiðis í samband við húðina, kann elva til ovurviðkvæmi. Ovurviðkvæmi kann vera ein verulig plága, minka um trivnað og vælveru, og tarna arbeiðsførinum. Nikkul ovurviðkvæmi er vanligt, men kann fyribyrgjast við ikki at lata lutir, sum innihalda nikkul, koma at húðini.

 

Í 90’árunum komu krøv um, hvussu nógv nikkul kann koma úr lutum, sum koma í beinleiðis samband við húðina, t.d. úr klæðum og prýðislutum. Tó kunnu vørur, keyptar áðrenn hetta, innihalda størri nøgdir av nikkuli.

 

 

Hvar finna vit vanliga nikkul?

Dømir um lutir, sum kunnu innihalda nikkul:

  • Klæðir (knappar, lynlás o.l.) – les meira her
  • Prýðislutir – les meira her
  • Fartelefonir – les meira her
  • Køksamboð
  • Battarí 
  • Myntir og medaljur
  • Stoyptir stállutir

 

Vert er at hava í huga, at nikkul eisini kann vera í øðrum lutum enn teimum, sum vanliga koma at húðini, t.d. í knívum, grýtum og øðrum køksamboðum, battaríum, myntum, medaljum og stoyptum stállutum. Eisini kunnu fartelefonir innihalda nikkul. Í eini danskari kanning frá 2009 lak meira nikkul enn loyvt úr 5 av 20 kannaðum fartelefonum.

 

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Nikkul